Ågot komin á Klaksvík - Hevur tikið ímóti fiski frá jollufiskarum í Grønlandi

Redaktion

03.12.2016 - 12:59

Fiskur > Fiskivinna - útróður

Ågot kom í morgun stutt fyri klokkan tíggju á Klaksvík eftir at hava siglt 2000 sjómíl úr Uummannaq í Grønlandi.

Teir á Ågot fóru avstað um mánarskiftið juni-juli og hava tikið ímóti fiski frá jollufiskarum í Uummannaq í Grønlandi. Fiskin hava teir uppskipað í Grønlandi.

Fiskurin, sum teir umborð á Ågot hava tikið ímóti, hevur fyri tað mesta verið svartkalvi, sum teir hava skráskorið og síðan hagreitt, umframt eitt sindur av toski. 

5 føroyingar og 10 grønlendingar, sum eru komnir umborð í Grønlandi, hava arbeitt í fabrikkini á Ågot.

Teir á Ågot hava tilsamans fryst 1200 tons, harav teir hava lossað okkurt um 70-90 tons um vikuna.

Hvør túrur hevur varað í 8-10 dagar.

Teir á Ågot fara aftur til fiskiskap, eftir at jólini eru farin aftur um bak, og fara teir tá at royna eydnuna á Flemish Cap. Farið verður væntandi aftur til Grønlands einaferð í næsta ár - í apríl ella mei.