Savnsmynd: Sverri Egholm

Akraberg farin í norskan sjógv at royna

Kiran Jóanesarson

04.01.2018 - 19:13

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Verksmiðjutrolarin Akraberg fór mánadagin nýggjan túr í Barentshavið.

Akraberg hevur sett kósina móti norska partinum í Barentshavinum og Eyðun á Bergi, skipari, upplýsir, at enn eru teir ikki heilt vísir í hvar teir fara at fiska.

- Vit kunnu fiska í norskum sjógvi, norðanfyri 62 gradir, so tað velst um hvar vit kasta, upplýsir skiparin.

Hann leggur aftrat, at við Akraberg hendan túrin eru 24 mans.

Tvey onnur Barentshavskip liggja á Havnini. Talan er um Enniberg úr Havn, og Gadus úr Klaksvík.

Gadus skal á beding hjá Mest ein av komandi døgunum, har ymiskt viðlíkahald skal gerast við skipið.