Savnsmynd: Føroyska SJómansmissiónin

Akraberg hevur sett kós móti Føroyum við 900 tonsum

Kiran Jóanesarson

03.02.2018 - 12:34

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði hevur sett kós móti Føroyum við fullari last.

Eyðun á Bergi, skipari, upplýsir at fiskiskapurin hevur verið góður, og at teir hava 900 tons, sum teir avhøvda og frysta umborð. Talan er um torsk, hýsu og upsa.

Aftrat hesum hava teir eisini 400 tons av súrløgu, sum teir hava framleitt úr høvdum og innvølum.

Akraberg hevur fiskað í 29 dagar hendan túrin, og teir hava fiskað í norska partinum av Barentshavinum.

Akraberg verður í Føroyum týsdagin.