Mynd: Føroyska Sjómanssmissiónin

Akraberg roynir í russiska partinum av Barentshavinum

Kiran Jóanesarson

30.11.2016 - 11:03

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Verksmiðjutrolarin, Akraberg úr Fuglafirði, roynir í løtuni í russiska partinum av Barentshavinum.

Akraberg var fyri nøkrum døgum síðan í Noregi og landaði, og skifti manning. Teir kastaðu fyrstu ferð aftur tann 15. november, og tá ið vit tosaðu umborð í gjár upplýsti Erland Olsen, skipari, fyri okkum at teir høvdu 300 tons.

- Vit kastaðu fyrstu ferð tann 15. november, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur, tað hevur verið smáligt ta fyrstu vikuna, men nú er eitt sindur frægari.

- Vit royna á Skolpen Bankanum, sum er í russiskum sjógvi, og vit eru 24 mans, upplýsir Erland Olsen, skipari.

Vit spurdu um teir høvdu nakrar vónir um at koma heim til jóla, men her svarar skiparin greitt, at tað verður helst av ongum.

- Vit hava somikið nógv eftir av kvotuni, at vit fara helst til Noregs einaferð aftrat at landa, og síðan útaftur til fiskiskap, men tað kann vera at tað gongur kortini, svarar Erland Olsen, skipari.