Savnsmynd: Sverri Egholm

Akraberg sett kós móti Barentshavinum

Kiran Jóanesarson

02.07.2017 - 22:33

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Verksmiðjutrolarin, Akraberg úr Fuglfirði, loysti í dag, og hevur sett kós móti Barentshavinum.

Eyðun á Bergi, skipari, upplýsir, at teir hava sett kósina móti Barentshavinum, og at teir vera á fiskileið mikudagin. 

Akraberg kom á Fuglafjørð hósdagin við 900 tonsum, sum teir høvdu fiskað í russiska partinum av Barentshavinum uppá einans 15 dagar. Akraberg skal aftur hendan túrin fiska í russiskum sjógvi.

Við Akraberg eru 24 mans.