Akraberg sett kós móti Føroyum við fullari last

Kiran Jóanesarson

04.09.2017 - 12:04

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Verksmiðjutrolarin Akraberg úr Fuglafirði hevur sett kós móti Føroyum við fullari last.

Akraberg hevur umleið 900 tons, sum teir hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum og við Svalbard.

Tað tekur umleið fimm dagar at sigla heim, og veiðan verður landað til Bergfrost í Fuglafirði.