Savnsmynd: KiraN Jóanesarson

Arctic Voyager landað í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

09.06.2018 - 21:28

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager hevur landað svartkjaft í Fuglafirði. 

Arctic Voyager hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava umleið umleið 705 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið Arctic Voyager hevur landað, fara teir aftur til fiskiskap eftir svartkjafti.