Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Arctic Voyager landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

03.02.2018 - 21:02

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager úr Hvalba kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa svartkjaft.

Arctic Voyager hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava umleið 1200 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har veiðan fer til ídnað.

Hetta er fyrsti túrurin eftir svartkjafti hjá Arctic Voyager í ár, og skipið fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið teir hava landað.