Savnsmynd: Sverri Egholm

Arctic Voyager smáligan fiskiskap

Kiran Jóanesarson

05.12.2017 - 10:25

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kom sunnudagin á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft.

Arctic Voyager hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Arctic Voyager hevur umleið 1400 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún. Tá ið teir hava landað, verður fari aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.