Mynd: Hildibjartur Olsen

Asbjørn fer aftur til fiskiskap fyrst í komandi viku

Kiran Jóanesarson

06.08.2017 - 19:46

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, hevur seinastu tíðina verið í dokk í Skagen.

Skipið nú málað, og annað viðlíkahaldsarbeiði er gjørt við skipið. Nú verður rigga til, at fara til fiskiskap eftir brislingi, upplýsir Hildibjartur Olsen, skipari.

- Vit sleppa úr dokkini mánadagin, og sigla síðan til Hirtshals, har vit skulu riggað skipið til at fara til fiskiskap.

Fyrst verður farið ein túr eftir brislingi, og síðan fer Asbjørn væntandi eftir rognsild.