Mynd: Skipsarkivet - Christian Jensen

Asbjørn landar fulla last av svartkjafti í Skagen

Kiran Jóanesarson

05.03.2018 - 09:48

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, kom í gjár til Skagen, har teir skuldu landa.

Asbjørn hevur verið á svartkjaftaveiðu vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir vóru á feltinum í tvey døgn og fingu fulla last - 2500 tons, sum teir køla niður umborð.

Asbjørn slapp framat í gjár kl.18. Áðrenn teir sluppu framat skuldi Gitte Henning og Beinur landa sína svartkjaftalastir.

Við Asbjørn eru 8 mans, harav 7 eru føroyingar. Asbjørn fer aftur til fiskiskap á middegið.