Sanvsmynd: Christian Jensen - Skibsarkivet

Asbjørn landar fulla last av svartkjafti í Skagen

Kiran Jóanesarson

13.03.2018 - 23:06

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, landar í Skagen í dag.

Asbjørn hevur fiskað svartkjaft vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava havt 5 tov hendan túrin, og at veiðan verður køld í tangum umborð.

Veiðan verður landað til FF Skagen í Skagen.

Tá ið teir hava landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu.