Savnsmynd: Christian Jensen - Skibsarkivet

Asbjørn verður í Hanstolm í kvøld

Kiran Jóanesarson

29.11.2016 - 20:49

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn, sum familjan Magnussen í Hirtshals eigur, verður í Hanstolm í kvøld.

Asbjørn hevur fiskað brisling í ensku kanalini, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Asbjørn hevur 1000 tons, og verður í Hanstolm um 23 tíðina í kvøld.

Tá ið Asbjørn hevur landað verður farið at fiskað sild í Norðsjónum, har teir hava kvotu eftir til ein túr aftrat.

Við Asbjørn er 9 mans, harav 3 eru føroyingar. Skipari er Hildibjartur Olsen úr Vestmanna.