Savnsmynd: Reiðaríið

Båtsfjord kom til Tromsø í gjár við 315 tonsum

Kiran Jóanesarson

13.07.2017 - 18:55

Fiskur > Tíðindi > Noreg

Norski frystitrolarin, Båtsfjord, kom í gjár til Tromsø, har teir skuldu landa.

Båtsfjord hevur fiskað í eina viku, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir hava 315 tons, har meginparturin av veiðuni er hýsa.

Båtsfjord fer aftur til fiskiskap í kvøld.

Við norska trolaranum hendan túrin vóru 18 mans, harav 5 eru føroyingar.