Savnsmynd

Beinur hevur landað brisling í Hanstolm

Kiran Jóanesarson

10.07.2017 - 20:32

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Danska uppsjóvarskipið, Beinur, sum familjan Tindskarð og Gunnar Nolsø eiga, hevur júst landað brisling í Hanstolm.

Beinur hevur roynt í 4 dagar í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður. Beinur hevði 2000 tons nú teir komu inn.

Við Beinur eru 9 mans, sum allir eru føroyingar, og skipari er Gunnar Nolsø.