Savnsmynd: Chritian Jensen - Skibsarkivet

Beinur kom til Skagen í dag við sild

Kiran Jóanesarson

22.11.2016 - 18:50

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið, Beinur úr Hirtshals, kom í dag til Skagen við sild.

Beinur hevur fiskað sild í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður. Beinur gjørdi tvey hál, og setti síðan kós móti Skagen við 880 tonsum av sild.

Tá ið Beinur hevur landað, verður farið nýggjan túr eftir sild í Norðsjónum.

Við Beinur eru 8 mans, harav 6 eru føroyingar. Skipari er Gunnar Nolsø.