Savnsmynd

Komnir inn við 850 tonsum av sild

Kiran Jóanesarson

28.11.2016 - 19:49

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Danska uppsjóvarskipið, Beinur úr Hirtshals, kom í dag til Skagen, har teir skulu landa sild.

Beinur hevur fiskað sild í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður. Beinur hevur 850 tons nú teir koma til Skagen.

Tá ið Beinur hevur landað, verður riggað til at fara at fiska brisling.

Við Beinur eru 8 mans, og skipari er Gunnar Nolsøe, ið eisini er ein av eigarunum.