Mynd: Ivan Reid

Beinur skal landa svartkjaft í Skagen

Kiran Jóanesarson

04.03.2018 - 11:45

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið í Hirtshals, sum føroyingar eiga, skal landa svartkjaft í Skagen í dag.

Beinur hevur verið á svartkjaftafeltinum vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Beinur hevur 2300 tons, sum teir skulu landa til FF Skagen, upplýst verður, at Beinur fer ein túr aftrat eftir svartkjafti, tá ið teir hava landað.

Við Beinur eru 8 mans, harav 7 eru føroyingar.

Skipari er Oddur Eystberg Joensen. Tað er familjan Tindskarð og Gunnar Nolsøe, sum eiga stásuliga uppsjóvarskipið.