Savnsmynd: Skibsarkivet - Christian Jensen

Beinur verður klárður aftur til fiskiskap í komandi viku

Kiran Jóanesarson

07.01.2018 - 08:52

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Uppsjóvarskipið Beinur úr Hirtshals er í løtuni í Skagen, har ymiskt viðlíkahald verður gjørt.

Beinur fór á beding í Skgen síðst í november mánað, og upplýst verður, at ymiskt viðlíkahald og garantiarbeiði skal gerast við skipið.

Flestu skipini eru farin á makrelveiðu vestanfyri Hetland. Skipini vórðu spent uppá sildina, men í løtuni er fiskiskapurin so smáligur, at skipini heldur eru farin á makrel.

Tá ið Beinur verður klárur í komandi viku, fara teir allarhelst á makrelveiðu, um støðan ikki er broytt til tað tíð.

Gunnar Nolsøe, sum er ein av eigarunum, og annar skiprarin, upplýsir, at arbeiðið hevur gingið gott og hevur hildið tíðarætlanina.