Mynd: Klaksvíkar Sleipistøð

Birtingur fingið upprunanavnið aftur

Kiran Jóanesarson

06.06.2018 - 18:49

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Trolbáturin Birtingur, sum hevur ligið seinastu fýra árini, hevur fingið upprunanavnið aftur.

Birtingur, sum nú hevur fingið navnið Fríðborg, liggur í løtuni í Klaksvík, har skipið er málað.

- Vit hava ikki tikið støðu til enn um báturin skal aftur í vinnu ella hvussu. Seinastu mánaðirnar hevur fiskiskapurin verið góður, men hann er minkaður eitt sindur nú, sigur Janus Knudsen, reiðari.

Fríðborg hevur ligið seinastu fýra árini. Tvey ár í Leirvík og tvey tey seinastu á Runavík.

- Um Fríðborg skal aftur í vinnu, so mugu vit fáa nýggjar veirar og trol umborð, tað er flutt yvir á hinar bátarnar í reiðarínum.

Vit spurdu reiðaran, um áhugið hevur verið fyri bátinum, og tað váttar reiðarin.

- Ja, vit hava fingið fyrispurningar uppá bátin. Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum hava víst Fríðborg áhugað, men vit hava ikki tikið endaliga støðu um hvat skal henda við bátinum, sigur Janus Knudsen, reiðari.

Fríðborg kom sum nýbygningur til Føroyar í 2002 saman við Norðleivur, sum kallast Fiskivarði í dag.

Tað vóru feðgarnir Tummas og Osmund Justinussen, sum lótu bátin byggja, og í dag er tað aftur eitt felag hjá Osmund Justinussen, sum eigur bátin.