Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Borgarin hevur landað 1600 tons av sild innanfyri eina viku

Kiran Jóanesarson

06.10.2017 - 11:01

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin úr Klaksvík, kom í gjár á Kollafjørð við sild.

Borgarin hevur fiskað norðanfyri hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir komu á Kollafjørð tíðliga í gjár við 1000 tonsum av sild.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 370 gramm.

Borgarin hevur havt sera góðan fiskiskap eftir sild seinastu tíðina. Hetta er onnur lastin, sum teir landa til Faroe Pelagic innan fyri eina viku. Fyrra lastin var 600 tons av sild, sum teir eisini høvdu fiskað norðanfyri.

Upplýst verður, at skipini síggja nógva sild í føroyskum sjógvi.