Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Borgarin hevur landað í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

12.06.2017 - 12:22

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Bogarin, hevur landað svartkjaft í Fuglafirði.

Sigast kann ikki annað, at hjá Havsbrún í Fuglafirði hava tey úr at gera í hesum døgum.

Uppsjóvarskipið, Borgarin úr Klaksvík, hevur júst landað umleið 2600 tons av svartkjafti. Teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. 

Borgarin kom á Fuglafjørð leygarkvøldið, og tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur til fiskiskap.