Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Borgarin hevur landað sild í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

03.10.2017 - 08:45

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin úr Klaksvík, kom í gjár á Kollafjørð við sild.

Borgarin hevur fiskað norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir komu á Kollafjørð seint sunnunáttina, og sluppu framat at landa beinanvegin. 

Borgarin hevði umleið 600 tons av sild, sum teir landaðu til Faroe Pelagic.