Savnsmynd: Sverri Egholm

Borgarin hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

04.03.2018 - 17:45

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin hevur í vikuskiftinum landa svartkjaft í Fuglafirði.

Borgarin hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava landað umleið 2500 tons av svartkjafti til Havsbrún, har veiðan verður framleidd til fóður.

Svartkjaftaskipini hava hampuligan fiskiskap í løtuni. 

Høgaberg, Jupiter og Finnur Fríði, sum allir hava fiskað lodnu undir Íslandi, hava sett kós móti svartkjaftafeltinum, har hini føroysku skipini eisini royna.