Savnsmynd: Borgarin

Borgarin kom á Fuglafjørð í gjár við 2400 tonsum

Kiran Jóanesarson

05.07.2017 - 11:27

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, Borgarin, úr Klaksvík, kom seinnapartin í gjár á Fuglafjørð við svartkjafti.

Teir høvdu 2400 tons av svartkjafti, sum teir skuldu landa til Havsbrún.

Borgarin hevur fiskað í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.