Savnsmynd: Sverri Egholm

Borgarin kom á Fuglafjørð í gjár við svartkjafti

Kiran Jóanesarson

10.02.2018 - 09:19

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Borgarin hevur verður fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Upplýst verður teir hava umleið 2000 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Svartkjaftaskipini hava seinastu dagarnar havt smáligan fiskiskap, og tvey av teimum, Tróndur í Gøtu og Finnur Fríði, fara nú at fiska lodnu undir Íslandi.