Mynd: Óli á Garvabø

Borgarin kom á Kollafjørð í gjár við 1000 tonsum

Kiran Jóanesarson

10.05.2018 - 11:53

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Upsjóvarskipið borgarin kom á Kollafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Borgarin, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, hevur 1000 tons av svartkjafti, sum teir landa til virkið Faroe Pelagic í Kollafirði.

Hjá Faroe Pelagic verður svartkjafturin heilfrystur, meðan hann hjá Havsbrún verður framleiddur til fóður.

Talan hevur verið um hampiligan fiskiskap, og tá ið Borgarin hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.