Savnsmynd Kiran Jóanesarson

Borgarin kom á Kollafjørð í gjár við 800 tonsum

Kiran Jóanesarson

11.09.2017 - 21:51

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Kollafjørð við makreli.

Borgarin hevur fiskað makrel í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 800 tons, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Faroe Pelagic í Kollafirði.

Tá ið Borgarin hevur landað, verður farið nýggjan túr eftir makreli.