Savnsmynd: Sjómansmissiónin

Borgarin kom á Kollafjørð í morgun við 800 tonsum

Kiran Jóanesarson

12.10.2017 - 17:12

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Borgarin hevur umleið 800 tons av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - 380 gramm í miðal. Veiðan verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Borgarin hevur seinastu vikuna gjørt fleiri góðar túrar eftir sild norðanfyri.