Savnsmynd: Óli á Garvabø

Borgarin landað svartkjaft í vikuskiftinum

Kiran Jóanesarson

11.06.2018 - 10:57

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Upsjóvarskipið Borgarin landaði í vikuskiftinum í Fuglafirði. 

Borgarin kom á Fuglafjørð seinnapartin leygardagin, har teir skuldu landa.

Borgarin hevði umleið 1500 tons av svartkjafti, sum teir landaðu til Havsbrún, har svartkjafturin varð framleiddur til fóður.

Borgarin fór aftur á svartkjaft tá ið teir høvdu landað.