Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Borgarin landar 1400 tons til Faroe Pelagic

Kiran Jóanesarson

06.09.2017 - 22:02

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið, borgarin, kom á Kollafjørð í dag við makreli.

Borgarin hevur vrið til fiskiskap norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Borgarin landar umleið 1400 tons av makreli til uppsjóvarvirkið, Faroe Pelagic, í Kollafirði.

Virkini hava úr at gera við at taka ímóti makreli fyri tíðina. Fleiri landingar hava verið í Fuglafirði, har skip landa til Pelagos, og so í Kollafirði.

Í gjár landaðu eitt nú grænlendsku skipini Polar Princess og Polar Amaroq í Kollafirði.