Savnsmynd: Sverri Egholm

Borgarin landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

13.03.2018 - 16:24

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin kom til Føroyar um vikuskiftið, og av tí at tað var so long bíðitíð løgdu teir seg, at bíða til teir sluppu framat, í Klaksvík.

Borgarin hevur eins og hini uppsjóvarskipið fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi. 'Upplýst verður ,at fiskiskapurin hevur verið góður, og at teir hava umleið 2300 tons av svartkjafti, sum skal landast til Havsbrún.

Hjá Havsbrún í Fuglafirði, verður veiðan síðan framleidd til fóður.