Savnsmynd: Føroyska SJómansmissiónin

Borgarin landar svartkjaft í Íslandi

Kiran Jóanesarson

06.12.2017 - 08:07

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Føroyska uppsjóvarskipið Borgarin, úr Fuglafirði, kom í gjár til Íslands, har teir skulu landa svartkjaft.

Borgarin hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Veiðan verður landað í íslendska býnum Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum.

Upplýst verður, at Borgarin hevur fiskað svartkjast eystanfyri Føroyar , og tá ið teir hava landað verður fari aftur á svartkjaftaveiðu eystanfyri Føroyar.