Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Borgarin góðan fiskiskap vestanfyri Hetland

Kiran Jóanesarson

08.01.2018 - 17:03

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í gjár á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Borgarin hevur verið til fiskiskap vestanfyri Hetland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava umleið 1800 tons av makreli, sum teir landa til Faroe Pelagic. Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 400 gramm.