Savnsmynd: Sverri Egholm

Borgarin slapp framat í kvøld at landa til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

12.04.2018 - 23:09

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Borgarin +ur KLaksvík, slapp framat í kvøld hjá Havsbrún.

Borgarin, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, hevur umleið 2400 tons av svartkjafti.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har hon verður framleidd til fóður.

Borgarin hevur bíða í nakrar dagar, av tí at Christian í Grótinum og Jupiter skuldu landa fyrst.