Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Brúkiligur fiskiskapur

Føroyska Sjómansmissiónin

29.03.2017 - 17:03

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

- Hetta er brúkiligur fiskiskapur, tí eg fekk knapt áttahundra pund í umleið fimm tímar. Harafturat er tað stórur og góður toskur.

Tað sigur Klæmint Sólsker, á Sandi, sum er á flotið tá veðrið er til vildar.

Í gjár var hann við Reynabátinum vestanfyri Sandoynna við trimum snellum. Hann var á várleiðini, sum sandoyingar rópa tað, sum er 11-12 fjórðingar úr landi.

Fiskurin verður ísaður og fluttur til uppboðssøluna í Havn, har hann verður seldur.