Mynd: cig.fo

Christian í Grótinum aftur til fiskiskap

Kiran Jóanesarson

06.10.2017 - 16:11

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Framleiðsluskipið Christian í Grótinum fór aftur til fiskiskap í gjár.

Teir hava júst landað umleið 700 tons av sild í Ánunum, har meginparturin av veiðuni var sildaflak, og restin var heilfryst sild.

Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og upplýst verður at søddin lá um 400 gramm, og at nógv sild er at síggja norðanfyri.

 Christian í Grótinum hevði eisini nakað í tangunum, sum teir landaðu til Havsbrún í Fuglafirði.