Savnsmynd: Reiðaríið

Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í kvøld við svartkjafti

Kiran Jóanesarson

08.03.2018 - 21:34

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kom í kvøld á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Christian í Grótinum hevur fiskað svartljaft í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir hava góð 2500 tons av svartkjafti, og veiðan verður landað til Havsbrún, har hon verður framleidd til fóður.

Svartkjaftaskipini hava í løtuni hampiligan fiskiskap í altjóða sjógvi.