Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Christian í Grótinum landar fulla last av svartkjafti í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

08.05.2018 - 16:33

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum slapp framat aftaná Arctic Voyager.

Christian í Grótinum, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, slapp framat at landa hjá Havsbrún í dag.

Uppplýst verður, at teir hava fulla last, sum svarar til 2500 tons, av svartkjati, sum teir landa til virkið Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Skipini hava í løtuni hampuligan fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri Føroyar.