Savnsm,ynd: Reiðaríið

Christian í Grótinum landar svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

11.04.2018 - 14:26

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum úr Klaksvík, kom fyrr í vikuni á inn av svartkjaftafeltinum.

Tá ið teir komu inn landaði Tródnur í Gøtu sína last, og Christian í Grótinum fór á Ánirnar, har teir bíðaðu til teir áttu landingartørn, og sluppu teir framat um middnattarleitið í gjár.

Christian í Grótinum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har hon síðan verður framleidd til fóður.