Savnsmynd: Reiðaríið

Christian í Grótinum landar svartkjaft til Havsbrún

Kiran Jóanesarson

05.02.2018 - 08:19

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Upsjóvarskipið Christian í Grótinum kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa svartkjaft.

Teir hava fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og upplýst verður at fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Teir hava 2300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún. Svartkjafturin verður framleiddur til ídnað.

Svartkjafta skipini, hava hampiligan fiskiskap í løtuni. Umframt føroysk skip, eru eisini nøkur russisk og íslendsk skip á svartkjaftafeltinum.