Donsku skipini hava smáligan fiskiskap eftir nebbasild

Kiran Jóanesarson

11.05.2018 - 09:18

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Donsku uppsjóvarskipini eru farin í gongd við fiskiskapin eftir nebbasild, men fiskiskapurin er smáligur

Eitt av skipunum,sum fiskar nebbasild í løtuni er Ruth, har Mikkjal Godtfred er skipari.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið sera smáligur seinastu tíðina, og ein av orsøkunum er helst tann, at sjógvurin er ov kaldur.

Skipini fiska nebbasild á Dogger bankanum, og kendu uppsjóvarskipini Ruth, Beinur og Asbjørn, sum ávíkavist Gullak Madsen, familjan Tindskarð og Gunnar Nolsøe og familjan Magnussen eiga eru øll í løtuni til fiskiskap.