Savnsmynd: Norðlýsið

Eivind er komin heim undan Íslandi

Kiran Jóanesarson

12.07.2017 - 15:10

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystilínuskipið, Eivind, kom á Kollafjørð í vikuni, eftir at hava verið til fiskiskap undir Íslandi.

Eivind hevði góð 215 tons, har meginparturin av veiðuni var toskur. Veiðan varð landað í Kollafirði.

Eisini frystilínuskipið, Stapin er komin heim. Teir landa, eins og Eivind, eisini eina last í Kollafirði. 

Júst hvat Stapin hevur vita vit ikki.