Mynd: Karstensens Skibsværft

Enn ein ordri til Karstensens Skibsværft í Skagen

Kiran Jóanesarson

07.07.2017 - 11:14

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Hjá donsku skipasmiðjuni Karstensens Skibsværft í Skagen hava tey úr at gera.

Norska felagið Odd Lundberg hevur undirskrivað sáttmála við donsku skipasmiðjuna um ein nýbygning, sum skal latast felagnum í 2019.

Nýggja skipið, sum fær navnið Odd Lundberg, skal avloysa gamla skipið við sama navnið. Hetta er samstundis fjórði nýbygningurin, sum felagið fær, síðan tað var stovnað fyri umleið 100 árum síðan.

Nýggja skipið skal fiska nebbasild og svartkjaft við troli, og sild og makrel við nót . Odd Lundberg letur væl at Karstensens Skibsværft í samband við ymiskt arbeiðið, sum skipasmiðjan hevur gjørt fyri felagið og tí var lítið at ivast í, hvar nýggja skipið skuldi byggjast.

Við nýggju avtaluni, hevur Karstensens Skibsværft nú 16 skip, sum skulu byggjast og latast eigarunum innan 3 ár.

Skrokkurin hjá Odd Lundeberg verður gjørdur í Pólandi, og kemur eftir ætlan til Skagen í oktober 2018. Skipið verður eftir ætlan latið reiðarínum í juni 2019.