Mynd: Karstensens Skibsværft

Enn eitt hetlendsk reiðarí undirskrivað avtalu um nýbygning í Skagen

Kiran Jóanesarson

29.11.2017 - 10:31

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska skipasmiðjan Karstensens Skibsværft í Skagen hevur úr at gera við at byggja nýggj skip.

Á Karstensens Skibsværft hava tey serliga lagt seg eftir at sniðgeva og byggja skip til uppsjóvarvinnuna. Skipasmiðjan hevur seinastu fáu árini latið fleiri skip til eitt nú Danmarkar, Noregs og Hetlands.

Seinastu tíðina hava fleiri reiðarí í Hetlandi undirskrivað sáttmála um nýbygningar frá donsku skipasmiðjuni. 

Nýggjasta dømið er reiðaríið handan skipið Charisma, sum seldi undanfarna uppsjóvarskipið til Íslands fyrr í ár, har tað fekk navnið Jón Kjartanson. 

Hetta skipið er sama slag, sum Borgarin, sum Hanus Hansen keypti til Klaksvíkar fyrr í ár. Borgarin er tó longdur síðan skipið varð bygt.

Nýggja Charisma verður 75 metrar langt og 15,3 metrar breitt. Skipasmiðjan og reiðaríið hava í felag sniðgivið skipið, sum verður sera framkomið.

Nýggja Charisma skal eftir ætlan latast reiðarínum miðskeiðis í 2019.