Mynd: Sverri Egholm

Enniberg farin nýggjan túr

Kiran Jóanesarson

17.06.2017 - 22:19

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Enniberg loysti í dag, og hevur sett kós móti Barentshavinum.

Enniberg kom á Havnina fríggjadagin í síðstu viku, og hevði fulla last – yvir 900 tons, sum teir høvdu fiskað í norskum og russiskum sjógvi.

Veiðan er landað í Havn, og Enniberg fer nú í russiska partin av Barentshavinum at fiska. Tað tekur umleið 4-5 dagar at sigla.