Savnsmynd: Sverri Egholm

Enniberg farin aftur til fiskiskap

Kiran Jóanesarson

08.10.2017 - 13:29

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Enniberg loysti í gjár, og hevur sett kós móti Barentshavinum.

Enniberg hevur júst landa 400 tons av kongafiski í Havn, og talan hevur verið um hampiligan fiskiskap. 

Teir skuldu eftir ætlan loysa hósdagin, men upplýst verður, at teir fingu ein lítlan trupulleika í maskinrúminum, og hetta mátti fáast í rættlag áðrenn teir loystu.

Enniberg hevur umleið 500 tons eftir av kvotuni fyri 2017, og har er talan um fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum og við Bjarnaoynna.