Mynd: Jens Kr. Vang

Enniberg fer aftur til fiskiskap í kvøld

Kiran Jóanesarson

11.08.2017 - 15:29

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin, Enniberg, kom á Havnina í síðstu viku við 950 tonsum, sum teir hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum.

Nú er Enniberg liðugur at landa, og upplýst verður, at flakatrolarin fer aftur til fiskiskap eftir middnátt.

Leiðin verður sett móti Vesturgrønlandi, har teir skulu fiska svartkalva.

Upplýst verður, at tá ið svartkalvakvotan er uppi, verður helst fari í norksan sjógv at fiska kongafisk. 

Skipari komandi túr verður Sonny Johannesen.