Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Enniberg hevur fiskað kvotuna í norska partinum av Barentshavinum

Kiran Jóanesarson

10.03.2018 - 08:14

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flakatrolarin Enniberg hevur havt góðan fiskiskap í BArentshavinum.

Teir loystu úr Føroyum tann 23. februar, og í gjár setti flakatrolarin kós aftur móti Føroyum við fullari last.

Upplýst verður, at kvotan í norska partinum av Barentshavinum nú er fiskað, og at teir hava góð 800 tons, av flaki.

Enniberg verður í Føroyum fyrst í komandi viku, og við Enniberg vóru 38 mans hendan túrin. Skipari er Mikkjal Godtfred.