Mynd: Jn.fo

Enniberg klárur um fýra vikur

Sverri Egholm

12.02.2017 - 22:43

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Enniberg liggur framvegis við bryggju í Havn, men verður væntandi klárur til fiskiskap aftur um fýra vikur.

Tað veit jn.fo.

Nógv av frystiútgerðini verður skift, og eisini breitlaspølini. Tað er ein norsk fyritøka, sum ger hetta arbeiðið umborð á Ennibergi.

Skipið er bygt í 1990 og fekk nýggjar motorar fyri nøkrum fáum árum síðani.

Síggj myndir á jn.fo her